Terapiháttur

Neuroaffektiv relatiónsterapi

Neuroaffektiv relatiónsterapi er ein tryggur og góðkendur terapiháttur.

Øll menniskju hava orku í sær, ið tey ikki eru tilvitað um.

Við at fáa eina góða kontakt við psykoterapeutin er møguleiki fyri at fáa fatur á hesi innari orku og lívskraft.

Terapiin er sum eitt antivirusforrit, ið kann hjálpa tí einstaka menniskjanum við at koma av við “virussarnar”, ið lívið hevur havt við sær. Hesir virussar kunnu vera komnir frá uppvøkstri, upplivingum og øllum teimum neiligu forritunum, ið tað einkulta menniskja hevur fingið inn í kroppin, og sum trekkja alla orku og lívsmegi út.

Traumur kunnu liggja í undirbevíðstheitini og kunnu stava frá:

Missi orsakað av deyða ella t.d. hjúnarskilnaði, skurðviðgerð, happing, truplum uppvøkstri, frá misnýtslu av ymsum slag, seksuellari misnýtslu, langtíðarsjúku ella sjúku hjá avvarðandi.

Traumaterapi er at vit tosa um tað trupla, og alla tíðina pendulera millum tað trupla og orkuna, ið er í tínum lívið.

Tað er við at eggleiða nervasystemið, at terapeuturin fylgir við, hvussu klienturin fær forloyst nakað av traumaorku í senn.

Kroppur, sál og likam í javnvág

psykoterapeuturin.fo