Psykoterapi
- Er djúp samrøða við støði í tínum tonkum, kenslum og kroppi (nervalagnum)
- Lærir teg at skilja lívstrupulleikar, at liva við teimum, rúma tí trupla og tí fáa betri lívsdygd og sjálvsálit
- Skal ikki broyta teg, men læra teg at finna heim til tín sjálvs og fáa kropp, sál og likam í javnvág
- Gevur tær nýggjar mátar at loysa tínar trupulleikar bæði heima og úti við at broyta mynstrið í gerðunum
…og kann hjálpa ímóti
- Tunglyndi
- Angist
- Sorg
- Vreiði
- Tvørrandi sjálvsvirðing og sjálvsáliti
- Tvørrandi lívsgleði
- Einsemi
- Ósemjum
- Lívskreppum
- Broyttum lívsumstøðum
- Sjúku hjá tær/avvarðandi
- Trupult at seta mørk
- Familjutrupulleikum
Neuroaffektiv relatións- og ressoursuterapi er psykoterapihátturin, ið verður nýttur. Arbeitt verður út frá tínum persónliga lívsvirði, og meiningin er, at tú kemur styrkt/ur útaftur við meiri orku og veit, at hetta eri eg – og hetta standi eg fyri.
Sorgarbólkar
Sorgarbólkar verða hildnir fyri vaksnum, ið hava mist ein av sínum kæru. Um tú ert áhugað/ur í hesum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg. Eg leigi sorgarbólkarnar saman við Sigrun Heldarskarð, og bólkarnir møtast uml. 10 ferðir 3.-4. hvørja viku.
Trýst her fyri at lesa grein í Sosialinum um sorgarbólkin.
Bólkur fyri fólk, ið eru skild
Bólkur fyri fólk, sum hava mist makan orsakað av skilsmissu, byrjar tá fultteknað er.
Tað er ofta ein lang og sera trupul lívstíð eftir skilsmissuna. Nógvir spurningar og nógvar kenslur eru uppá spæl hjá tí rakta. Tað er ofta gott at kunna tosa um slíkt við onnur, sum eru í somu støðu. Ring ella send e-mail fyri at frætta nærri. Sí telefonnummar og mail undir “Samband”.
Sí grein í Dimmalætting – trýst her
Kroppur, sál og likam í javnvág
psykoterapeuturin.fo
What People Say
The way to get started is to quit talking and begin doing.
Walt Disney
It is our choices, Harry, that show what we truly are, far more than our abilities.
J. K. Rowling
Don’t cry because it’s over, smile because it happened.
Dr. Seuss