Psykoterapeuturin.fo

Kroppur, sál
og likam í javnvág

Psykoterapi

...og kann hjálpa ímóti

Neuroaffektiv relatións- og ressoursuterapi er psykoterapihátturin, ið verður nýttur. Arbeitt verður út frá tínum persónliga lívsvirði, og meiningin er, at tú kemur styrkt/ur útaftur við meiri orku og veit, at hetta eri eg – og hetta standi eg fyri.

Sorgarbólkar

Sorgarbólkar verða hildnir fyri vaksnum, ið hava mist ein av sínum kæru. Um tú ert áhugað/ur í hesum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg. Eg leigi sorgarbólkarnar saman við Sigrun Heldarskarð, og bólkarnir møtast uml. 10 ferðir 3.-4. hvørja viku.

Trýst her fyri at lesa grein í Sosialinum um sorgarbólkin.

Bólkur fyri fólk, ið eru skild

Bólkur fyri fólk, sum hava mist makan orsakað av skilsmissu, byrjar tá fultteknað er.

Tað er ofta ein lang og sera trupul lívstíð eftir skilsmissuna. Nógvir spurningar og nógvar kenslur eru uppá spæl hjá tí rakta. Tað er ofta gott at kunna tosa um slíkt við onnur, sum eru í somu støðu. Ring ella send e-mail fyri at frætta nærri. Sí telefonnummar og mail undir "Samband".

Sí grein í Dimmalætting - trýst her

KROPPUR, SÁL OG LIKAM Í JAVNVÁG

psykoterapeuturin.fo